Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frítíðarskúlin verður víðkaður fyri at útvega pláss fyri øllum

Nordlysid

Undirtøkan fyri at sleppa inn á Frítíðarskúlan Snjallubjallu er so stór í ár, at í løtuni eru umleið15 børn á bíðilista, men hetta verður loyst, so øll fáa pláss, sigur Jóhann Lützen, sosialnevndarformaður.

Undirtøkan fyri at sleppa inn á Frítíðarskúlan Snjallubjallu er so stór íár, at í løtuni eru umleið15 børn á bíðilista, men hetta verður loyst, so øllfáa pláss, sigur Jóhann Lützen, sosialnevndarformaður.

 

Upptøkan til dagrøkt, vøggustovu og barnagarð hevurhigartil gingið væl, og tey, sum hava tørv á hesum plássum, hava fingið tilboðat byrjað eftir summarfrítíðina, sum endar um miðjan august.

 

Øðrvísið er við upptøkuni til frítíðarskúlapláss íSnjallubjallu, sum er fyri børn í 1. og 2. flokki.

 

Áhugin fyri hesum tilboði sýnist at økjast á hvørjumári, við tí úrsliti, at tað í ár standa 15 børn eftir á bíðilista tilSnjallubjallu, sum undir verandi karmum ikki er møguligt at bjóða pláss.

 

Sosiala Nevnd samtykt
eina loysn á málinum
Jóhann Lützen, formaður í Sosialu Nevnd, upplýsir, attá ið hesin ónøktaði tørvurin varð staðfestur, varð málið lagt fyri SosialuNevnd við tilmæli um eina víðkan av karmunum, so pláss verður fyri øllumteimum, ið hava søkt um pláss í Frítíðarskúlanum.

 

– Vit kunnu ikki annað enn fegnast um ta góðuundirtøku, sum Frítíðarskúlin Snjallabjalla hevur, tí hetta ber boð um einatænastu, sum tørvur er á, og sum borgararnir eru nøgdir við.

 

– Eitt av slagorðunum hjá Klaksvíkar Kommunu erbarnaansing til øll, ið tørva, og tí samtykti Sosiala Nevnd at taka undir viðtilmælinum um eina loysn, soleiðis at allir umsøkjarar fáa pláss ífrítíðarskúlanum.

 

– Nú verður arbeitt við loysnini, og tá ið honfyriliggur, fáa foreldrini boð.