Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frits í stýrhúsrútinum á Lisshøvda undir Íslandi í 1967

Jákup Andreasen

Á sumri í 1967 vóru fýra føroyskir útróðrarbátar á saltfiskaveiðu við snellu undir Íslandi. Ein teirra var Lisshøvdi hjá Frits Olsen. Hinir vóru Árnabúgvin og Varpið úr Klaksvík og Mathilda úr Leirvík.

 

Frits átti og førdi Lisshøvda í fleiri ár, og frá 1968 avloysti hann fyri Másan í eitt langt tíðarskeið, tá hann fór at røkja ferðasambandið til bygdirnar Eystan Múla og til Svinoyar og Fugloyar. Hetta var eftir, at Ritan varð ásigld av Ternuni á Havnarvág og sakk. Tá fór Másin at røkja ferðasambandið í Sandoynna. Seinni seldi Frits Lisshøvda og keypti Bøleiðina, sum var ein minni bátur.

Frits var virkin í Klaksvíkar Útróðrarfelag í eitt langt áramál, har hann røkti formansstarvið í 36 ár og næstformansstarvið í seks ár. Fyri hetta avrik lat felagið honum heiðurmerki úr gulli í 1998. Undan honum høvdu hesir fingið heiðursmerki frá felagnum í gulli: J.F. Kjølbro, Ewald Kjølbro, J. Símun Hansen og Robert Joensen. Bæði Símun og Robert høvdu skrivað um útróður, og Robert hevði verið skrivari hjá felagnum í meira enn 30 ár.

Klaksvíkar útróðrarfelag var nógv frammi í fjølmiðlunum tey árini, Frits var formaður, og ávirkaði eisini viðurskiftini hjá útróðrinum aðrastaðni í Føroyum. Hetta virksemi dovnaði eitt sindur burtur, tá Meginfelag Útróðrarmanna varð sett á stovn í 1974.

Sólbjørn Hansen á Stongunum í Klaksvík, sum sjálvur var við á túrinum við Lisshøvda undir Íslandi, lænti mær myndina.