Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frits tikin á bóli

Dávur Winther

Fyri at halda seg ungan og raskan, svimur Frits Johannesen hvønn leygarmogrun kl 7. Í morgun kl 8, stóðu 70 av hansara fittu damum frá Gentukórinum fyri 33 árum síðan og tóku ímóti honum og klemmaðu og mussaðu hann, tá ið hann kom úr hylinum.

Fyri at halda seg ungan og raskan, svimur Frits Johannesen hvønn leygarmogrun kl 7. Í morgun kl 8, stóðu 70 av hansara fittu damum frá Gentukórinum fyri 33 árum síðan og tóku ímóti honum og klemmaðu og mussaðu hann, tá ið hann kom úr hylinum.

Tær sungu Sóljan hjá Albert Róin, sum Frits hevur gjørt lagið til og hetta vætti eyguni hjá Frits – “Kom og fá tær ein góðan drekkamunn saman við okkum – Tú skal vera við til konsert saman við okkum í kvøld” fekk Frits at vita!

Hesar damurnar, sum eru bæði mammur og ommur í dag, vilja minnast og heiðra Frits, nú tað eru liðin 33 ár síðan hesar tá vøkru og fittu – sum enn eru tær somu í sinn og skinn – sungu á fyrsta sinni teir vøkru og hjartanemandi tónarnar. Hesir tónar, sum gjørdu tær og Frits og eisini Jógvan og Eyðun á Lakjuni kendar út um landoddarnar.

Frits var sjálvandi ovurfegin og var ikki sørt rørdur av hesi gleðiligu morgungávu. Fritsminnti tær á mongu góðu ferðirnar og fyritreytirnar, tey ferðastu undir. Tit umboða tykkum sjálvar, tykkara foreldur, skúlan, Fuglafjørð, men ikki minst Føroyar, tá ið tit ferðast. Hetta livdu tit upp til, okkum øllum at sóma, segði Fits glaður og errin.

Í gjárkvøldið tá “genturnar” vandu í Lorvík, vóru tær nærri 70 í tali, so lagt verður upp til eina spennandi og annarleiðis heiðurskonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld kl. 18.30.

Ja, so kendar eru tær enn, at Summarfestivalurin hevur verið eftir Bros, sum spratt úr Gentukórinum, um at vera við á palli í Klaksvík í summar til 10. ára føðingardagin hjá Summarfestivalinum.

Í morgun verður vant í Fimleikarhøllini, har Eyðun og Jógvan á Lakjuni skipað fyri saman við vinmanninum hjá Frits og fuglfjarðavininumJohn HøybyeJohn Høybye – Frits sleppur eisini uppí part, saman við Heðin Kambsdal. Hesir hava allir øll árini verið hollir stuðlar hjá Frits og Gentukórinum.

Á miðdegi fáa tey øll ein bita saman á Muntra og fáa rættiliga stundir til at snakka um góðar gamlar dagar. Sangløturnar, venjingarnar, konsertirnar og ikki minst tær mongu ferðirnar hava havt alstóran týdning fyri allar genturnar – og Frits er ikki keðiligur at vera ella ferðast saman við!

Kl. 17:00 letur upp ein spennandi framsýningin um Fuglafjarðar Gentukór í Riberhúsi.

Kl. 18.30 í kvøld verður konsert í Fuglafjarðar kirkju, har alt fer at anda av nostalgi. Tað fer at vella fram av øllum góðum, sum hetta kórið hevur av góðum minnum frá eini spennandi og mennandi tíð fyri 33 árum síðan