Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frítt undir 15 tons

John William Joensen

Eg havið ført fram og flokkurin hevur ført fram, at bátar undir 15 tons skulu fiska frítt, tí teir hava so stórar avmarkingar í sær sjálvum við veðri og streymi so mánaðir fara av árinum, sum teir lítið og einki fáa gjørt.

Um vit gera tað meira torført hjá hesum bátum, tildømis í Sandoynni, teir skulu brúka nógvan pening fyri at fáa fiskin til uppisølur, annaðhvørt við billi ella báti, sum kostar pening og tíð.

Tankin um at keypa dagar
Tankin at hesir bátar skulu keypa dagar, hevði forða hesum parti av bátum, tí má tað ongantíð koma fyri, at hesir bátar skulu keypa dagar. Tað hevði bara blivi ein dýr umsiting og einki annað.

Mentan verður nógv tosað um
Nógv verður tosað um mentan og at vera mentaður og eru tað summir samfelagsbólkar, sum hava tikið patent uppá mentan.

Men hvat við útróðrinum, er tað ikki mentan? Latið okkum hjálpa hesum parti av mentan, sum minkar í stórum, tí yngra ættarliðið hevur ikki møgulleika at rógva út á egnum kjøli, tí fiskiloyvir fáast ikki.

Bátabyggjarar
Um vit ikki, ongantíð ov skjótt, gera okkurt ja so er tann føroyski báturin vekk, tí tað eru kanska bara tveir bátabyggjarar, sum liva av at umvæla og gera træbátar. Hesir menn hava lítið at gera, so spurningurin er hvussu leingi teir halda á.

Eg setti spurning á tingi, tá var Jógvan á Lakjuni landsstýrismaður, hann lovaði at gera nakað, latið okkum rætta eina hond til hetta aldargamla handverk, sum er í fer við at doyggja burtur.

Temafundir
Flokkurin havt temafundir frá mikudegi til fríggjadag, men desverri havi eg ikki verið við vegna sjúku, men latið okkum, sum flokk standa saman og kenna okkara røtur sum flokkur.

Við javnaðarkvøðu

Gerhard Lognberg
løgtingsmaður