Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frøði 1/2013 útkomið

Tíðindaskriv

Blaðið Frøði, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út, er nú komið. Í blaðnum, sum kemur út tvær ferðir um árið, eru greinar sum umrøða og viðgera føroyskt vísindavirksemi.

Blaðið Frøði, sum Føroya Fróðskaparfelag gevur út, er nú komið. Í blaðnum, sum kemur út tvær ferðir um árið, eru greinar sum umrøða og viðgera føroyskt vísindavirksemi.

Landgrunnurin uttan fyri 200 fjórðingar

Grein eftir Bjørn Kunoy doktara í løgfrøði og Martin Heinesen jarðfrøðing viðger landgrunsviðurskiftini uttan fyri 200 fjórðingar úr einum løgfrøðiligum og jarðfrøðiligum sjónarhorni. Við støði í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða verður greitt frá nøkrum viðurskiftum uttan fyri 200 fjórðingamørkini í Norðurhøvum og á Føroya-Rockall Háslættanum. Føroysku landgrunskrøvini og leikluturin hjá Landgrunsnevndini undir Havrættarsáttmálanum verða viðgjørd. Nomið verður eisini við marknaseting uttan fyri 200 fjórðingar millum lond, íroknað okkara egnu semju og ósemju við grannalondini ávikavist norðan fyri og sunnanfyri. Í økinum norðan fyri Føroyar er marknasemja gjørd við Ísland og Noreg, og tí kann hugsast, at løgdømi Føroya í næstum verður víðkað til eisini at fevna um í minsta lagi 27000 ferkilometrar av landgrunni, um so er, at tilmælið frá Landgrunsnevndini ikki gerst minni enn tað.

FarGen og James Watson

Bogi Eliasen skrivar grein um James Watson og hansara tilknýti og áhuga fyri FarGen-verkætlanini. 19. september verður skipað fyri altjóða ráðstevnu í Føroyum, nevnd FarGen Summit 2013, og tá kemur James Watson at halda fyrilestur. Watson er kendur fyri leiklut sín at avdúka skapið á DNA, sonevnda arvastreinginum, og fekk í 1962 saman við Francis Crick og Maurice Wilkins heiðursløn Nobels fyri slóðbrótandi arbeiði við ílegum.

Tað skal vera stuttligt at læra

Kanning, sum Erla Olsen og Firouz Gaini granskarar á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum hava gjørt millum føroyskar skúlanæmingar vísir, at næmingunum dámar væl at læra, men at tað ikki í eins stóran mun verður hildið at vera stuttligt at ganga í skúla. Kanningin vísir, at neyvt samband er millum tað at dáma at læra, og tað at halda, at tað er stuttligt at ganga í skúla. Eisini vísir kanningin, at samband er millum at halda tað vera stuttligt at ganga í skúla, at halda, at skúlating eru spennandi, at tað gongur væl í skúlanum og at halda, at undirvísingin sum heild er góð.

Samstarv fær Fróðskaparsetrið at vaksa

Í samrøðu við Sigurð í Jákupsstovu rektara fáa vit eina vangamynd av Fróðskaparsetrinum í einum tíðarskeiði í menning. Setrið fyrireikar seg til ein nýggjan bygnað, har mørkini millum deildirnar kámast og ein meira einsháttað skipan skal gera tað lættari at menna tvørgangandi undirvísing og gransking. Samstundis er kósin sett at altjóðagera Fróðskaparsetrið, og dentur verður lagdur á, at fáa Setrið at vaksa, at fáa fleiri lesandi og fleiri útbúgvingar, ið eru grundaðar á dygdargóða gransking. Hetta verður framt í samstarvi við granskingarstovnar og fakstovnar í Føroyum og í einum økissamstarvi við universitet í grannalondunum.

Samband millum vinnuliga og almenna gransking

Føroyar hava fingið eitt nýtt granskarasetur. Granskarasetrið er eitt úrslit av almennum og privatum samstarvi, har felags málið er at stimbra gransking sum heild og at styrkja granskingarumhvørvið í Føroyum, so tað kann geva sítt íkast til almenna og vinnuliga menning. Ítøkiligu málini hjá tí almenna og tí privata partinum eru ikki heild tey somu, og tað stóra takið í framtíðini verður at skapa sambond millum vinnuligu og almennu granskingina.

Arne Næss gav fossum og landsløgum tign

Jógvan D. Hansen skrivar grein um norska heimspekingin Arne Næss, sum andaðist í 2009, 97 ára gamal. Arne Næss gjørdist talsmaður fyri ta djúptøknu vistfrøðiligu rørsluna. Hann setti mark millum tær grunnu umhvørvisrørslurnar og ta djúptøknu vistfrøðina. Tær flestu grunnu umhvørvisrørslurnar vilja varðveita náttúruna við tí bakstøði, at gongur náttúruríkidømi til grundar, er hetta ein missur hjá menniskjanum. Tann djúptøkna vistfrøðin lærir okkum, at eisini deyð fyribrigdi sum fossar og landsløg hava eina tign, ið eru óheft av nyttuvirði.

Frøði er at fáa í flestu blaðsølum kring landið og kostar 48 krónur. Eisini er møguligt at tekna seg sum haldara við at senda teldupost til frodi@jf.fo ella ringja til avgreiðsluna á telefon 357000.

Harleywoodpaint