Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fróði og Heidi eru ársins leikarar

Jákup Ósá

Tað bleiv HB, ið fór avstað við tí mesta, tá ársins leikarar blivu valdir á Hvonn í gjárkvøldið.

Leygarkvøldið skipaði Miðlahúsið og Rás 2 fyri tiltakið, har teir bestu leikararnir í 2013 blivu valdir. 

Hjá monnunum blivu hesir valdir:

Ársins málverji: Teitur M. Gestsson (HB)

Ársins miðverji: Jóhan Troest Davidsen (HB)

Ársins miðvallaleikari: Fróði Benjaminsen (HB)

Ársins álopsleikari: Páll A. Klettskarð (KÍ)

Ársins venjari: Albert Ellefsen (ÍF)

Ársins dómari: Lars Muller

Ársins ungi leikari: Hørður Askham (B36)

Ársins leikari: Fróði Benjaminsen (HB)

Norðlýsið gav sínar atkvøður soleiðis og har sæst, at allir vinnararnir eisini fingu 5 stig frá Norðlýsinum, so tað hevur neyvan verið stórvegis ivamál um tey flestu plássini.

Hjá kvinnunum blivu hesar valdar:

Ársins málverji: Bjarta Johansen (B36)

Ársins miðverji: Malena Josephsen (KÍ)

Ársins miðvallaleikari: Fríðrun Danielsen (EBS/Skála)

Ársins álopsleikari: Heidi Sevdal (HB)

Ársins venjari: Poul G. Olsen (EBS/Skála)

Ársins dómari: Elsa Andreasen

Ársins ungi leikari: Kára Djurhuus (EBS/Skála)

Ársins leikari: Heidi Sevdal (HB)

Mynd: Álvur Haraldsen