Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fróðskaparsetur Føroya frálæru í Klaksvík

Oliver Joensen

Í hesum døgum undirvísir Ása Róin, adjunktur, einum blandaðum flokki av sjúkrarøðingum, fysioterapeutum, og ergoterapeutum í Virkishúsinum fyri eldri Smæruni í Klaksvík.

Ása Róin sigur, at tað at koma meira kring um í landinum at undirvísa, er helst sera gott fyri setrið og næmingar. Vit hava sera trongar umstøður til undirvísing á setrinum, og tá vit so fingu bjóða hesi sera væl egnaðu hølini í Klaksvík, so tóku vit sjálvandi av.

Næmingarnir, ið eru á skeiðnum her koma allastaðni frá úr Føroyum, onkur kemur heilt úr Suðuroynni, so tað ber væl til.

Við í undirvísingini er eisini danski granskarin í rehabilitering og palliatión, Jette Thuesen.

Skeiðið, sum Fróðskaparsetur Føroya í løtuni koyrir í hølunum hjá Smæruni er ætlað til menning av endurvenjin av fólki í eldraøkinum.