Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Froja & Sarah á Summar Festival

Summar Festivalurin

MGP-luttakarar verða við á Summar Festivalinum

Fyrr í ár luttóku Froja & Sarah í MGP barnaprixnum í Danmark. Tær gjørdust
nummar 3 við sanginum ”Hvor bliver du af”, ið tær sjálvar hava skrivað.

Nú er greitt, at Froja & Sarah verða við á Summar Festivalinum í august, tá
ið tær fara at framføra fyri børnum og vaksnum.

Fríða er úr Klaksvík, men búsitandi í Danmark, og hon hevur gingið í
barnagarði saman við Sarah. Tær eru vinkonur og framføra saman.

Síðani MGP hava Froja & Sarah havt nógvar framførslur kring Danmark, og tað
hevur gingið sera væl. Eisini á netinum eru tær sea væl umtóktar. Tær hava
til dømis 8.500 fylgjarar á Instagram, har tær javnan leggja nýtt tilfar
úr. MGP-sangurin hjá teimum er spældur yvir 850.000 ferðir á YouTube.

Froja & Sarah hava verið í Medley Studio og spælt nýggjar sangir inn, og
ein av hesum sangum er nú farin í umferð. Tí verður tað eisini nýtt tilfar,
ið tær báðar fara at framføra á Summar Festivalinum.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.

Harleyfacadeacryl