Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF 900.000 kr í yvirskoti

John William Joensen

Komandi leygardagin verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hafnia.

Komandi leygardagin verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hafnia.

Á skránni á aðalfundinum, sum verður leygardagin 15. februar, klokkan 13:00 á Hotel Hafnia, eru fleiri mál á skránni.

Millum annað verður ársroknskapurin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2013 lagdur fram. Ein roknskapur, sum vísir eitt yvirskot upp á slakar 900.000 krónur, og sum starvsnevndin góðkendi á fundi í farnu viku.

Somuleiðis hevur starvsnevndin lagt uppskot fyri aðalfundin um broyting í viðtøkunum fyri FSF og í kappingarreglunum hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Val av limum í eitt nú Aganevndina, Yvirkærunevndina og í Loyvisnevndina og Kærunevndina í loyvismálum er eisini á skránni.