Opið bræv til forseta FSF, Christian Fríðbjart Andreasen: Formaður og nevndarlimir í EB/STREYMI vórðu bannað frá fótbólti meðan formaðurin í sp/f KÍ gjørdist løgmaður. Føroyskur fótbóltur eigur ein rev sum eitur pengar – og hesin revur hevur gjøgnum árini bitið okkum beista illa og mangan hevur staðið um lív. Skatt skyldiga inntøkan, sum umleið 80 leikarar og venjarar fáa í fremstu deildini, er i dag farin upp um 30 mió. kr.. Flestu av hesum pengunum eru ”frynsegoder” sum eru fult skatt skyldigir, men sum leikarar og venjarar halda seg eiga fullan rætt til.
Formaður og nevndarlimir í EB/STREYMI vórðu bannað frá fótbólti meðan formaðurin í sp/f KÍ gjørdist løgmaður. Føroyskur fótbóltur eigur ein rev sum eitur pengar – og hesin revur hevur gjøgnum árini bitið okkum beista illa og mangan hevur staðið um lív. Skatt skyldiga inntøkan, sum umleið 80 leikarar og venjarar fáa í fremstu deildini, er i dag farin upp um 30 mió. kr.. Flestu av hesum pengunum eru ”frynsegoder” sum eru fult skatt skyldigir, men sum leikarar og venjarar halda seg eiga fullan rætt til.
Kæri forseti, sum fyrrverandi leikari, nevndarlimur og næstformaður KÍ’s og fótbóltseygleiðari/viðmerkjari, meti eg meg kenna føroyskan fótbólt innanífrá.
Fyrst vil eg rósa leiðlu FSF fyri at hava tikið nakrar skilagóðar avgerðir og fyri á allan hátt at verða edrúlig og umboða føroyskan fótbólt á besta hátt.
LES MEIRA UM PENGAR Í ÍTRÓTTI HER: TONY PARIS RÆTTARMÁLIÐ
Avgerðin at leggja tjóðarvøll føroyinga í Havn var eitt mál har vit vóru ósamd, men eftir at avgerðin varð tikin hevur FSF bygt føroyskum fótbólti nakrar framúr karmar í Gundadali.
Eisini hevur FSF ment landsliðs arbeiði við fakliga sterkum fólki, sum hevur ein týðandi leiklut í at Føroyar vinna seg fram í altjóða fótbólti. Men alt hetta byggir á at menningin úti í feløgunum kring landið heldur fram.
Revurin gongur leysur
Eg var við frá byrjan, baði sum leikari og sum nevndarlimur tá vit fyrst í 90 unum fóru at rindað leikarum á fremstu deildini pening ella bonus fyri vunnan dyst. Eg var aktivur í leiðslu KÍ’s til fyri fáum árum síðan og havi upplivað at havt leikarar, sum við at spæla í KÍ, fingu løn og ”frynsegoder” sum svaraðu til eina inntøku á tveyhundrað til tríhundrað túsund um árið. Vit hava havt venjarar, sum hava tjent millum 30.000 og 60.000 kr. um mánaðin, tá alt verður tikið við og eg veit at sama er galdandi aðrastaðni, tí vit hava beinleiðis kapp bjóða um hesar leikarar/venjarar.
Tá felagið skuldi endurreisast í 2005 royndu vit sum leiðsla at fáa opinleika og greiðar reglur at galda fyri penga fótbóltin í felagnum. Tí stovnsettu vit eitt smápartafelag at taka sær av peningaliga yrkis ítróttinum. Tí hetta virksemið er beinleiðis handilsskapur. Leikarar verða keyptir og seldir fyri størri og minni peningaupphæddir. Venjarar og leikarar eru í føstum starvið og verða løntir við reiðum peningi o.ø.. Feløgini hava stórar inntøkur o.so.fr..
Tí var umráðandi fyri okkum at hesin parturin av virkseminum var gjøgnumskygdur og undir almennum eftirlitið har grannskoðaður roknskapir vóru almanna kunngjørdir. Leikara- og ungdómsmenningin var hjá móðurfelagnum, sum einans hevði eitt lønt starvsfólk, nevniliga ein ungdóms-menningarleiðara, í fulltíðarstarvið.
Men tá vit greiddu táverandi leiðslu og umsiting í FSF frá okkara bygnaði var beinleiðis sagt við okkum at hetta helt man ikki verða skilagott, tí betur var um alt virksemið lá hjá frítíðarfelagnum, tí har vóru munandi linari krøv og tí var nógv lættari at arbeiða.
Nú er umsetningurin í fremstu føroysku fótbóltsdeildini farin væl upp um 30 mió. kr. árliga er hendan handilsvinna framvegis umsitin av gomlu frítíðar feløgum har roknskapir framvegis ikki eru almennir. Feløgini eru undir strangum innanhýsis eftirlitið av FSF og UEFA verður sagt og tað er rætt, men hetta er eitt eftirlit, sum sær tað sum sína uppgávu at hjálpa føroyskum feløgum og framvegis er einki alment. Leikarar, venjarar, sponsorar og øll vit onnur óvitandi um fíggjarstøðuna hjá teimum feløgum sum leikarar, venjarar og børn okkara gera bindandi avtalur við.
Eiga at tora at hyggja revin í eyguni.
Á komandi ársaðalfundi í FSF er gylt høvið hjá tær som forseta og limum at fáa eina avtalu sum hevði givið menningini av føroyskum leikarum kring um í landinum eitt týdningar mikið lyft.
Vit her á Norðlýsinum hava dokumentera at tey feløg sum vinna FM í fremstu deildini hava síðan penga fótbólturin tók seg upp, verið mannað av bestu leikarunum, sum eru uppaldir í feløgum kring landið. Men hóast hetta fáa hesi feløg ella klekingarstøðir lítlan og ongan ágóða av teimum UEFA pengum, sum hesir leikarar hava spælt seg fram til.
Tí hava vit fingið eina deild har B36 og HB ár um ár skiftast at vinna FM við leikarum, sum eru mentir í feløgum kring landið – og samstundis veksur gjógvin millum hesi feløg.
Skeivleikin er nú so stórur at meistararnir B36 við styrki frá bestu leikarunum hjá øðrum feløgum og venjarum (hvørs útbúgving onnur feløg hava rindað fyri) – einsamalt kann stinga 7 mió. kr. í stuðli frá UEFA niður í egnan felags kassa og rinda størsta partin út til forbrúk hjá nøkrum fáum leikarum.
Mugu tjóðra revin
Tað er alneyðugt at feløgini undir vísu leiðslu forsetans tora at gera reglur, sum halda fast um at menningin av leikarum kring landið heldur fram. Føroyskur fótbóltur hevur brúk fyri TB, KÍ FSV og B71 og tí mugu hesi øki hava umboðan í fremstu deildini, so at ungdómar kring alt landið framhaldandi fáa sínar egnu fótbólts hetjur og framhaldandi verða drigin at fótbóltsspælinum. Luttøkan í fremstu deildini má økjast so fleiri øki og feløg kring landið verða við og spenna seg fyri.
UEFA pengarnir, sum føroyskur fótbóltur eigur rættin til, skal setast í grunn, sum fyrst rindar útreiðslur vinnandi feløg hava av Evropa Cup luttøku, og síðani verður deildur út til øll feløg sum eru í fremstu deildini. Hetta við at deila inntøkurnar líka kenna vit m.a. frá fremstu amerikansku fótbóltsdeildini (tann við ovala bóltinum). Soleiðis endar hesin peningur ikki einans, sum løn hjá nøkrum heilt fáaum leikarum, men øll feløg fáa ágóða av honum, sum tey sjálvandi eiga av røttum. Tað eru ikki bara nøkur ávís feløg sum eiga FSF – men øll í felag.
Roknskapirnir hjá feløgunum – og roknskapir sum alment vísa hvat UEFA pengar og aðrar inntøkur hjá FSF føroyskum fótbólti verða brúktar til – skulu almannakunngerast.
Felagsskapurin í fokus
Vit muga ikki lata penga fótbóltin kollsigla føroyskan fótbólt og eitt heilt ættarlið av fótbóltsleikarum verða uppvand við ikki at rinda skatt og fáa svartar pengar og krógvaðar ”frynsagóðar”.
Sjálvur havi eg drúgvar royndir sum baði leikari og nevndarlimur og veit tí at tá tosað verður um pengar eru øll sær sjálvum næst. Tí er neyðugt at halda peningin sum Føroyskur fótbóltur fær uttaneftir, verður brúktur skynsamt so tað gevur meining.
Vit eiga øll FSF og vit hava megnað at bygt ein fantastiskan felagsskap í felag, men vandi er nú fyri at FSF verður tikin til fanga av eini elitu sum ikki dugur at síggja týdningin í at felagsskapurin framhaldandi má byggja á breiðan grundvøll.
Opinleiki eitt must
Eg byrjaði grein mína við at staðfesta at formaður og nevndarlimir í EB/STREYMI vórðu bannað frá fótbólti meðan formaðurin í sp/f KÍ gjørdist løgmaður. Hetta gjørdi eg fyri at vísa á hvussu álvarsligt tað er at gerast leiðandi persónur í føroyskum fótbólti. Øll vilja vit vinna og avbjóðingarnar eru tær somu. Hondina á hjarta so kunnu flestu fótbóltsleiðarar kenna seg aftur í tí trýstinum, sum er millum pengar, sponsorar, leikar/venjarar og trýstinum frá viðhaldsfólkum og lokalsamfelagnum, sum tey sum stjórnaðu EB/STREYMI virkaðu undir.
Kring alt landið stendur lokalsamfelagið saman um fótbóltin, og tí má gjøgnumskygni verða fremsta amboði.
Kring alt landið sita fólk sum hava kent sviðan av pengafótbóltinum, og fleiri sum hava sitið í nevnd í ítróttarfelag hava fingið sálarligt mein av hesum.
Tað ber ikki til at hava vanligt eftirlit við pengafótbóltinum – tí hvør vil koyra HB ella KÍ á húsagang ella revsa toppskjúttan hjá lokalum vinnara felag?
Vegurin er opinleiki – vit mugu vita hvar revurin er fyri at kunna verja okkum!
Farið annars at takka leiðslu og umsiting FSF’s fyri dygdargott arbeiði.
Vit hittast øll við vøllin.
Við ítróttarkvøðu
John William Joensen




