Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF forsetin skal taka støðu til dómin hjá Luis Suárez

John William Joensen

Í maj mánaða í fjør varð FSF-forsetin, Christian F. Andreasen valdur í yvirkærunevndina hjá FIFA og sambært FIFA kom kæran um harða dómin hjá landsliðsleikaranum hjá Uruguai nevndini í hendi beint áðrenn seinastu freist sum sum var sunnudagin.

Tað var á árliga aðalfundinum hjá FIFA, í mai 2013 sum var hildin á Mauritius, at FSF-forsetin, Christian F. Andreasen varð valdur í yvirkærunevndina hjá FIFA. Yvirkærnevndin hjá FIFA tekur støðu til kærur, sum aganevndin og etiska nevndin taka. Nevndin er hægsti dømandi myndugleikin í FIFA. UEFA hevur tvey umboð í yvirkærunevndini, og hevur aðalfundurin valt FSF-forsetan, Christian F. Andreasen, sum annað umboðið hjá UEFA í yvirkærunevndina.

Fyri løtu síðan tosaðu vit við Christian F. Andreasen sum er staddur í RIO í Brasilien men hann fekk einki sagt um málið. Sambært tí sum er komið fram í altjóða miðlum heldur Luis Suárez fast um at hann dátt og smekkaði tennirnar í økslina og harafturat sá dómarin ikki hendingina.

Zuáres er longu farin heim og hann fekk eina sanna hetjumóttøku tá hann lendi í heimlandinum.

Harleyfacadeacryl