Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF hevur ongan politikk fyri danskar leikarar

Jákup Ósá

KÍ liðskiparin Jonas F. Rasmussen er tøkur til føroyska A-landsliðið, men tað er ógreitt, um FSF vil loyva tí.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sigur við Norðlýsið, at FSF ongan yvirskipaðan politikk hevur á økinum, tá vit tosa um danskar leikarar. 

– Higartil hevur tað verið soleiðis, at vit bara hava brúkt danskarar leikarar, sum hava familju sambond til Føroyar. Men metir landsliðsvenjarin, Lars Olsen, at onkur danskur leikari uttan slík sambond er áhugaverdur, so mugu vit taka tað upp, sigur Virgar Hvidbro.

Norðlýsið hevur eisini vent sær til landsliðsvenjaran Lars Olsen fyri at spyrja, um t.d. ein leikari sum Jonas F. Rasmussen kundi styrkt um føroyska A-landsliðið t.d. móti Andorra, um fleiri skaðar ella leikbann koma í verjupartinum í fyrra dystinum móti Portugal. Men Lars Olsen sigur, at hann ikki hevur nakrar viðmerkingar, fyrr enn hann hevur tosað við FSF um slíkt mál.

Føroyar spæla í næstu viku móti Portugal og Andorra. Kravið hjá donskum leikarum fyri at spæla við Føroyum er, at teir hava búð í minst tvey samanhangandi ár í Føroyum, og tað hevur m.a. Jonas gjørt. Okkum vitandi er eingin annar danskur leikari í føroysku kappingini í løtuni, sum lýkur hesi krøvini. Sonni Ragnar Nattestad og Jóhan Troest Davidsen eru ikki tøkir hesaferð, meðan Atli Gregersen bara manglar eitt kort til at fáa leikbann. Tí hevur føroyska landsliðið møguleikan at brúka Jonas t.d. til dystin móti Andorra, um ynski er um tað. Í gjár váttaði Jonas, at hann er klárur at hjálpa til, um brúk verður fyri honum og segði, at longu í 2014 gjørdi hann greitt yvirfyri FSF, at hann hevði ynski um at vera við í kappingini um plássini á A-landsliðnum. 

Jonas F. Rasmussen hevur búð í Føroyum í næstan 6 heil ár. M.a. í næstan fýra samanhangandi ár í Klaksvík. Í 2011, 2012, 2014, 2015, 2016 og higartil í 2017. 

Harleywoodpaint