Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF noktar Norðlýsinum at vísa hending

Jákup Ósá

Møguliga er tað okkurt, sum ikki tolir dagsins ljós, nú Norðlýsið hevur fingið greitt at vita frá FSF, at heimasíðan ikki sleppur at keypa dyst við tí endamáli, at skapa kjak og ivamál.

Møguliga er tað okkurt, sum ikki tolir dagsins ljós, nú Norðlýsið hevur fingið greitt at vita frá FSF, at heimasíðan ikki sleppur at keypa dyst við tí endamáli, at skapa kjak og ivamál.

Tað var í dystinum millum Víking og EB/Streym tann 11. august, at ein tann mest umtalaða hendingin í seinnu hálvu í ár fór fram. Tað var, tá Víkinga leikarin Hans Jørgen Djurhuus fekk reytt kort. Síðani skal hann hava gjørt ymiskt, sum gjørdi, at leikbannið bleiv 4 dystir. Sí dómarafrágreiðing niðanfyri. Hetta bleiv seinni broytt aftur, tí nýggir upplýsingar komu fram og har dómarin so broytti sína frágreiðing.

Norðlýsið hevur ikki sæð upptøkurnar av dystinum, men hevur gjøgnum vikuna verið í sambandi við fleiri sera álítandi keldur, sum antin hava sæð upptøkuna ella sæð sjálvan dystin. Øll eru á einum máli um, at avgerðin hjá kappingarnevndini/dómaranum er sera løgin, tá leikbannið einans bleiv tveir dystir.Tí setir Norðlýsið seg í samband við FSF, sum vanliga selir øllum áhugaðum allar dystir fyri sømiligan prís. Tað var eisini í lagi fram til, at vit søgdu, at nógv umtalaða hendingin møguliga fór at blíva víst fram. Norðlýsið heldur, at Føroya fólk eigur at sleppa at síggja eina so týðandi almenna hending, tá nú upptøkur finnast og ein dómur er broyttur, sum er rættuliga óvanligt.

FSF aðalskrivarin Virgar Hvidbro sigur, at dómarin ikki hevur sæð videoupptøkuna, tá hansara frágreiðing er skrivað og seinni útgreinað. Kappingarnevndin hevur ei heldur sæð videoupptøkuna, tá dómur er settur. Tískil kunnu hesar videoupptøkurnar ikki brúkast til tað stóra, sigur Virgar Hvidbro.


Tað sum eisini er løgið er, at tá 3-2 sendingin tekur dystirnar upp, so stendur tað teimum púra frítt at velja og vraka millum allar hendingarnar í dystinum. Tá hevði hendan hendingin heilt víst verið víst. Men nú umfarið er, meðan 3-2 er í summarfrí og harvið verður upptikið av FSF og ein annar miðil ynskir at fáa upptøkuna, so ber tað ikki til, tí vandi er fyri, at hetta fer at elva til kjak.

Til seinast kann nevnast, at Norðlýsið hevur ongantíð fingið noktandi svar ella ávísar óvanligar treytir, at nakað ávíst ikki skal vísast, tá blaðið hevur keypt ella fingið upptøkur frá upptøku persónunum hjá 3-2/KVF.


Les eisini:

Eingin skilir avgerðina hjá kappingarnevndini

Harleywoodpaint