Hósdagin í farnu viku var strandfaraskipið Sam í Fuglafirði við einum krana (einum sokallaðum “stakkara”), ið Fuglafjarðar Havn hevur leigað úr Klaksvík til at stápla bingjur við.
Rólant Højsted, havnastjóri í Fuglafirði, sigur, at síðani uppisjóvarvirkið Pelagos fór undir sína framleiðslu, eru nógvar bingjur fluttar av havnarlagnum í Fuglafirði, og hesar bingjurnar verða allar fluttar av bygdini við bili.
“Í apríl – mai verður nýggja atløgubryggjan klár, so tá fáa vit 60 metrar av bryggjukanti afturat, og við stakkaranum fáa vit hildið betri skil á økinum, so málið hjá okkum er at fáa skipini at koma inn her eftir teimum,” sigur hann.
Tað ber longu til, men krevur samskipan
Rólant Højsted sigur, at farmaskip hava longu sum er møguleika at leggja at í Fuglafirði, men tað er so nógv annað virksemi á havnarlagnum, so tað krevur at eingin annar er har samtíðis.
“Hetta verður alt betri, tá nýggja havnin verður klár,” sigur hann.
Stór avbjóðing at flyta stakkaran
At flyta stakkaran til Fuglafjarðar var í sær sjálvum ein avbjóðing. Tá ein so tung maskina skal koyra í land, flytist javnvágin á skipinum nógv, so fyrsta royndin at fáa stakkaran í land eydnaðist ikki. Farið varð tí aftur til Klaksvíkar eftir einum lastbili, sum var fullur av gróti, og við honum standandi í hinum endanum á skipinum, gekst betur.
“Trupulleikin var, at tað var fjarandi sjógvur,” sigur Rólant Højsted. “Hevði tað verið full flóð, so var eingin trupulleiki,” sigur hann.
Samstarva við Klaksvíkar Sleipistøð
Tað er sp/f Búrhella, sum er dótturfelag hjá Klaksvíkar Sleipistøð, ið eigir stakkaran, sum Fuglafjarðar Havn hevur leigað. Hann kann lyfta 45 tons, og vigar sjálvur 70 tons.
Spurdur hví teir ikki heldur keypa sín egna stakkara sigur Rólant Højsted, at hetta er ein roynd, og ein slíkur stakkari kostar nógv at keypa.
“Vit hava eitt gott samarbeiði við Klaksvíkar Sleipistøð, so vit royna hetta fyrst,” sigur hann.




