Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjarðar Sangkór konsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld kl. 19.00.

tíðindaskriv

Nú fannirnar gráta sín vársong, fer Fuglafjarðar Sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal at hava sína árligu várkonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld 25. mai kl. 19.00.

Nú fannirnar gráta sín vársong, fer Fuglafjarðar Sangkór undir leiðslu av Heðini Kambsdal at hava sína árligu várkonsert í Fuglafjarðar kirkju í kvøld 25. mai kl. 19.00.

Kórið fer at framføra føroyskar og útlendskar sangir við orgli, saman við strúkarumog a cappella.

Á skránni vera verk av millum øðrum Felix Mendelssohn, W.A. Mozart, C.V. Stanford, J. Waagstein og Kára Bæk at hoyra.

Millum verkini vera Coronation Mass in C – Gloria og Ave verum Corpus hjá W. A Mozart

Kórleiðari: Heðin Kambsdal

Við urguna: Petur Martin Johannesen

Strúkarar: Musikkskúlanæmingar og lærarar undir leiðslu av Moniku Stauss Joensen

umframt solistar og kvartett.