Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjarðargrindin svomið 1500 fjórðingar

Oliver Joensen

Hvalirnir, sum Fornminnasavnið merkti í Fuglafirði 24. august, eru nú suðuri á 46 gr. ,30 min. Ella á eini leið langt vesturi úr Biscayavíkini.

Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum sigur, at sendarin á tí eina hvalinum slóknaði 9. september, ímeðan hinir sendararnir hava nú sent data til Náttúrugripasavnið í 33 dagar.

Vit vóna, sigur Bjarni Mikkelsen, at hesir sendararnir fara at halda longri enn aðrir sendarar vit hava sett á hvalir. Tað longsta tíðarskeiðið ein sendari hevur sent, eftir at hann er settur á ein hval, er 134 dagar. Vit rokna við, at battaríini á sendarunum kunnu halda í umleið eitt ár. Tann eini sendarin hevur battarí, ið vit rokna við kann halda í útivið tvey ár, so fyri tann skuld skulu vit kunna sláa metið.

Hvalirnir hava í meðal svomið um 45 fjórðingar um samdøgrið. Teir steðgaðu í umleið tveir dagar á einum øki suður vestur úr Rock All, annars hava teir flutt seg hvønn dag.

Hvalirnir vit hava merkt frammanundan, eru farnir vestur á Miðatlandsryggin, og til at koma har vestur, hava hesir hvalirnir, vit merktu í Fuglafirði einar 300 fjórðingar eftir at svimja, sigur Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum at enda.