Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjørður: Fóru út í heim

John D. Olsen

Tá fyritøkan Sandgrevstur í Fuglafirði, av sonnum byrjaði at merkja kreppuna í 90unum, varð farið út í heim fyri at finna nýggj arbeiðsøki. Í dag er ein stórur partur av virkseminum uttanfyri landoddarnar.

Í hugnaligu skrivstovuhølunum hjá Sandgrevstri í Fuglafirði stjórnar Gordon Martin Midjord fyritøkuni, ið hevur nógv virksemi runt um í Evropa.

Fyritøkan
Tað var abbi Gordon Martin, Gordon Midjord sum í 1949 setti fyritøkuna á stovn. Tað fyrsta virksemi var við sandbátinum, Ormen, sum lastaði 49m3. Í millum tey fyrstu arbeiðini, ið felagið var við til at gera, var at byggja eina bryggju í Klaksvík. Annars snúði virksemið í fyrstuni fyri at mesta um at grava sand við sandbátinum.

Í dag arbeiða umleið 30 fólk í fyritøkuni, ið heldur til beint omanfyri býarumsitingina í Fuglafirði.

Stjóra skifti
Fyrr í summar yvirtók Gordon Martin Midjord stjórastólin eftir pápa hansara, sum hevði havt leiðsluna eftir at pápi hansara gavst. Á skrivstovuni arbeiða umframt Gordon Martin ein skrivstovudáma. Foreldrini hjá Gordon Martin, Ása og Petur Midjord eru enn við í leiðsluni á fyritøkuni.

Arbeiða uttanlands
Undir kreppuni minkaði arbeiði hjá Sandgrevstur so mikið, at um fyritøkuni skuldi verða lív lagað, so var neyðugt, at hyggja útum landoddarnar. Eitt nú var avtalað fingin í lag soleiðis at sandbáturin, Sandfrakt, hvørt ár fer til Grønlands at pumpa sand. Hetta er ein gott íkast til virksemi hjá felagnum.

Skipini
Flotin hjá felagnum minkaði við einum skipið í summar, tá felagið upphøgdi ein bát. Nú teldur flotin sostatt trý skip. Eitt av skipunum, Fame, siglir í Skotlandi við fóðri til Skotskar alifyritøkur. Av hinum skipunum er tað bert Sandfrakt, sum siglir við sandi. Triðja skipið, Vitin, siglir fyri tað mesta við alifóðri fyri Havsbrún, men eisini er skipið í altjóða sigling, tá m.a. fiskamjøl, hveiti og soya verður ført til Føroya úr Norra, Hollandi og Týsklandi.

Seks seks
Manningarnar við skipunum sigla í einari sokallaðari seks og seks skipan. Tað merkir, at fólkið er umborð í seks vikur og hevur frí í aðrar seks vikur, áðrenn farið verður umborð aftur. Hetta er ein skipan, sum Sandgrevstur hevur góðar royndir av, og eru manningarnar eisini sera væl nøgdar við hesa skipan.

Lastbilar og verksmiðja
Umframt skipini hevur felagið eisini eina verksmiðju og nakrar lastbilar. Á verksmiðjuni verða ymiskar umvælingar gjørdar á eitt nú lastbilunum hjá felagnum og umboð á skipunum. Vanliga arbeiða teir ikki fyri einstakingar ella feløg.

Innflyta sand
Tey fyrstu mongu árini, varð sandurin, sum Sandgrevstur selur, allur pumpaður ella grivin upp úr Føroyskum firðum. Men í dag verður nærum eingin sandur pumpaður her. Onkur hissini lastin verður tó tikin upp, men tað kemur sjáldan fyri, at sandur úr Føroyum verður brúktur til betong og annað arbeið í byggivinnuni. Grundin til hetta er, at Føroyski sandurin ikki er av bestu góðsku, tí eitt nú er ofta gróður av ymiskum slag uppí sandinum. Harafturat, er støddin á sandkornunum ikki eins einsháttað, sum eitt nú tann norski sandurin. Fyri tað mesta verður føroyskur sandur, um hann er á goymslu, brúktur til ífylling heldur enn tilfar til stoypi arbeiði.

Sandgrevstur hevur eina stóra goymslu av sandi í Fuglafirði. Stjórin sigur, at teir nærum ongantíð eru uppilagstur fyri sand. Hetta er sera gott fyri kundarnar, av tí at tað meir enn so kemur fyri, at sandgoymslur runt um í landinum eru um at verða tómar.

Kappingarneytar
Sandgrevstur er einasta felagið av sínum slag í Føroyum. Tí sigur, Gordon Martin, at teir ikki merkja stórvegis til kapping. M.a. av hesari orsøk hevur hann góðar framtíðarvónir. Hann leggur afturat, at tað í dag eru góðir møguleikar at stýra eini fyritøku úr Fuglafirði, sjálvt um at ein stóru partur av virkseminum eru uttanfyri landoddarnar.