Skattaborgarnir í Fuglafjarðar kommunu hava latið 9,4 milliónir krónur í stuðul til Bústaðir fyri at fáa 18 leiguíbúðir bygdar har. Eina góða hálva millión til hvørja íbúð, men framvegis standa 11 av 18 tómar.
Nógv umrøddi nýggi íbúðarbygningurin hjá Bústaðir í Fuglafirði hevur kostað Fuglafjarðar Kommunu meira enn 9 milliónir krónur. Hetta vísir tilfar, sum Norðlýsið hevur fingið alment innlit í. Kommunan hevur brúkt áleið 11,4 milliónir krónur uttan MVG til at grava út, planera og byggibúgva økið, so tað er klárt til bygningarnar. Grundøkið varð selt fyri góðar 2 mió. kr., so netto hevur Fuglafjarðar kommuna rinda umleið 9,4 mió. kr. uttan mvg fyri at gera økið byggibúgvið.
Ein hálv millión til hvørja íbúð
Talan er um 18 leiguíbúðir, sum Bústaðir til fánýtis hevur roynt at leiga út til tey áleið 2500 fólkini á sonevnda bíðilistanum hjá teimum. Sostatt hava skattaborgararnir í Fuglafirði stuðla hvørji leiguíbúð við eini hálvari millión krónum.
Higartil hava einans 7 leigarar tikið av ‘tilboðnum’ um leiguíbúð í spildurnýggja bygninginum í Fuglafirði. Mánaðarliga leigan er tó upp í 12.000 krónur fyri áleið 100 fermetrar, tí er tað kanska ikki so undarligt, at 11 av teimum 18 íbúðunum standa tómar. Tøku íbúðirnar síggjast á heimasíðuni hjá Bústøðum.
Í frágreiðingini frá grannskoðarafyritøkuni Januar um fíggjarstøðuna hjá Bústaðir er ein av fortreytunum fyri at almenna bústaðarfelagið klárar sínar skyldur, at einans 3 prosent av leiguíbúðunum eru uttan leigara til eina og hvørja tíð. At 11 av 18 leiguíbúðunum í Fuglafirði eru tøkar svarar til gott 60 prosent. Av teimum áleið 450 leiguíbúðunum hjá Bústaðir svara tær 10 leiguíbúðirnar tó ‘bert’ til 2,4 prosent, men tað eru tó ikki einastu tøku íbúðirnar hjá Bústøðum.
Støðan í Fuglafirði er greið ábending um, at tað haltar við langtíðar haldførinum hjá Bústaðir.

Eitt mál fyri Kommunala Eftirlitið?
Kommunala Eftirlitið hevur áður átala Fuglafjarðar Kommunu fyri, at kommunan uttan alment útboð gjørdi avtalu við felag um keyp av byggibúnu og planeraðu grundøkjunum til íbúðarbygningin.
Tilfarið, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, skjalfestir at talan er um óbeinleiðis stuðul á góðar 9 milliónir krónur fyriuttan MVG. Ein viðkomandi spurningur er tí, um hetta framvegis er eitt mál fyri Kommunala Eftirlitið.


