Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglameingið ger klárt at taka ímóti nýggja ættarliðunum

Oliver Joensen

 Fleiri av fuglunum, ið vitja hendavegin um summarið og eisini støðufuglarnir, gera nú klárt til ættarliðið, ið skal koma undan í ár.

Ein gongutúrur út á Norðoyri ídag bar sjónlig boð um, at nú stendur várið beint fyri og harnæst summarið. Fuglarnir hava skund, bæði teir, ið búleikast á sjónum størsta partin av degnum og teir, ið eru fyri tað mesta á landi.

Myndir fekk eg ikki av øllum, men sum sæst, so er lívligt hjá tjøldrunum og hjá ontunum. Æðurnar eru eitt sindur róðligari enn. Grágásin er ikki so nógv at síggja her á bønum, men úti á Oyri halda tær til á hvørjum ári, tó bert nakrar fáar. Skarvur er nógvur at síggja, eins og tvær havgæs hava verið við strondina har nú í rúma tíð og ein lóm sá eg eisini. 

Gamalt er at tjaldrið hevur fult reiður á krossmessu, hon er 3. mai, so nú er at skunda sær.

Annars frætti eg frá manni, ið fæst við laksaalingina á Borðoyarvík, at svartfuglurin er farin at síggjast inni á Víkini, so tað er at vóna, at vit fara at síggja nógvan fugl í fuglabjørgunum í summar.