Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglatúrur út í Grøv

Jóhann Lutzen

Mánakvøldi skipaði Klaksvíkar Bókasavn fyri áhugaverdum fuglatúri út í Grøv og fylgið sá heili 30 fuglasløg

Mánakvøldi skipaði Klaksvíkar Bókasavn fyri áhugaverdum fuglatúri út í Grøv og fylgið sá heili 30 fuglasløg

Umhvørvisvika er í Klaksvíkar kommunu hesa vikuna. Í hesum sambandi skipaði Klaksvíkar bókasavn fyri einum fuglatúri út í Grøv. 
Eini 30 fólk møttu mánakvøldi kl. 19 við Bókasavnið, ung sum eldri og hugnaðu sær við at ganga teinin út í Grøv. Byrjað varð við Biskupstøðna og gingið varð fram við Ósánni niðan í Borðoyarvík og víðari út í Grøv.

Fylgið steðgaði á ymsa staðni har fuglafrøðingurin Silas Olofson eldhugaður greiddi frá um fuglar og fuglalív.

Fuglar vit sóðu á túrinum:

Tjaldursskralingur

Heimadunna

Stari

Fiskimási

Likka

Havhestur

Fjørugrátíttlingur

Teisti

Villdunna

Gráspurvur

Fransaterna

Tjaldur

Æða

Toppont

Svartbakur

Summartíttlingur

Bringureyði

Músabróður

Tittlingskongur

Fjallaígða

Grágás

Bládúgva

Óðinshani

Kvorkveggja

Ríta

Skatumása

Reyðkollur

Kráka

Garðljómari

Stelk