Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fuglfirðingar føroyameistarar triðja árið á rað

Tíðindaskriv

Í gjárkvøldið var FM avgerandi billarddystur á skránni í Klaksvík. Fuglfirðingar vóru á vitjan, og spenningurin var stórur, tí um teir fingu bert eitt av átta møguligum
stigum heim aftur við sær, so blivu teir FM vinnarar.

Vunnu klaksvíkingar hinvegin 8-0, so blivu teir FM vinnarar, við at yvirhála bæði tvøramenn og fuglfirðingar.

Úrslitið í gjár bleiv javnleikur 4-4, og sostatt vunnu fuglfirðingar triðja FM heitið á rað. Tvøramenn vunnu silvur, og klaksvíkingar máttu taka til takkar við bronsuni, í harðari kapping við tvøramenn.

 

Endaliga støðan í 1. Deild bleiv henda:

1. BFF1 60 stig
2. TVBF1 54 stig
3. KLBF1 53 stig
4. HABI1 31 stig
5. KLBF2 23 stig
6. BFF2 19 stig

Harleywoodpaint