Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglfirðingar streyma til Norðoya Sparikassa

John William Joensen

Poul Jákup Mohr, deildarleiðari hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði sigur at allan dag hevur ein javnur streymur verið av fólki sum verða skrásett sum nýggir kundar. Vit eru sjey starvsfólk í deldini í løtuni men av tí at so nógv er at gera hava vit avgjørt at hava opið til kl. 19 hvørt kvøld hesa vikuna.

Poul Jákup Mohr, deildarleiðari hjá Norðoya Sparikassaí Fuglafirði sigur at allan dag hevur ein javnur streymur verið av fólki sum verðaskrásett sum nýggir kundar. Vit eru sjey starvsfólk í deldini í løtuni men avtí at so nógv er at gera hava vit avgjørt at hava opið til kl. 19 hvørt kvøldhesa vikuna.

 

-So skjótt sum vit lótu upp í morgun streymaðu fólk inngjøgnum dyrnar og vit hava lítið og einki gjørt allan dag uttan at skrásetanýggjar kundar í Norðoya Sparikassa. Talan er um fólk í øllum aldursbólkum, ungsum gomul. Tað er sera stuttligt at taka móti fólki, tí øll eru so jalig og glaðum at hava fingið eina nýggja bankadeild í Fuglafirði.

Fyri løtu síðan boðaði Sparikassin frá at deildin íFuglafirði hevur opið til kl. 19 hesa vikuna og á móttøku í deildinifríggjadagin boðaði Marner Mortensen, stjóri, frá at nýggir kundar sleppa undanat gjalda stovningarprovtión og tilboðið var galdandi allan mars mánað.

SÍ MYNDIR FRÁ MÓTTØKUNI FRÍGGJADAGIN – TRÝST HER