Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fugloyarrenningin 2014

Tíðindaskriv

Leygardagin 19. juli 2014 verður saman Treystinum skipa fyri renning frá Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar.

Leygardagin 19. juli skipar Treysti saman við Jastrid & Símun Gullaksen, sum eiga og reka Grafia (Gamla Seglhúsið) í Klaksvík umframt at verða bóndahjún í Hattarvík, fyri Fugloyarrenning. Hetta er fyrstu ferð at renning verður fyriskipað í Fugloynni. Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er umleið 10 km.

Umframt sjálva renningina so er annað gott á skránni og við í startpakkanum. Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.


Skrá

08:45 Fráferð Hvannasund við “Rituni” til Hattarvíkar.

10:00 Koma Hattarvík.

10:15 Heinta startnummar

10:45 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10km fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin.

12:30 Suppa, te, kaffe, kakur umframt aðrir leskandi drykkir. Eisini verður frukt vm..

13:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki. Túrurin tekur uml. 2 tímar.

14:00 Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm.

15:00 Gongutúrur ut á Egg. Hesin túrurin tekur uml. ½ tíma.

16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund.

17:15 Koma Hvannasund.

Freistin at melda til er mikudagin 16. juli kl. 24.00


Kostnaður fyri vaksin (f.1996 ella fyrri) er kr. 450,00

Kostnaðurin fyri børn (f.1997 ella seinni) er kr. 225,00

Íroknað kostnaðin er luttøkugjald, ferðing við “Rituni”, matur, drekkivørur, ferðaleiðarar vm.

Spurningar viðv. tilmelding og gjalding kunnu setast til Guttorm Sørensen á tlf. 230210.

Tilmelding:http://athletics.admind.fo/signup.php?event=86