Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FUGLOYARRENNINGIN 2015

Tíðindaskriv

Leygardagin 18. juli skipar Treysti saman við bóndahjúnunum í Uppistovu í Hattarvík fyri Fugloyarrenning. Hetta er aðru ferð, at renning verður fyriskipa í Fugloynni. Seinasta summar luttóku væl av fólki og runni verður úr Hattarví til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Tilsamans er teinurin góðar 10 kilometrar og hevur ein mesta stigning uppá góð 10 prosent, so hóast teinurin ikki er so ógvuliga langur, er talan um eina spennandi avbjóðing. Náttúrðuvakra Fugloyggin, okkara eystasta oyggj, er ein spennandi uppliving og um ein ikki megnar at renna teinin, kann man ganga og njóta túrðin.

Umframt sjálva renningina, so er annað gott á skránni og er alt íroknað tí sokallaða startpakkanum.

Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.

Skrá

08:45 Fráferð úr Hvannasundi við “Rituni” til Hattarvíkar.

10:00 Koma til Hattarvíkar.

10:10 Heinta startnummar.

10:25 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10 kilometrar fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin.

12:00 Suppa, te, kaffe, kakur umframt leskandi drykkir og frukt.

13:00 Gongutúrður niðan á Eystfelli. Øll fáa ein góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki.

Hesin túrður tekur uml. 2 tímar.

15:00 Gongutúrður út á Egg.

Hesin túrður tekur uml. ½ tíma.

15:30 Frásøgutúrður í bygdini, vitja kirkjuna vm.

16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund.

17:15 Koma til Hvannasund.

Fresitin at melda til er mikudagin 16. juli kl. 24:00

Kostnaðurin fyri vaksin (f.1997 ella fyrr) er kr. 495,00

Kostnaðurin fyri børn (f.1998 ella seinni) er kr. 245,00

Íroknað kostnaðin er luttøkugjald, ferðing, matur, drekkivørur, ferðaleiðarar vm.

Spurningar vm. kunnu setast til Guttorm Sørensen á telefon 230210.

Tilmelding fer fram umvegis fylgjandi leinkju: http://athletics.admind.fo/index.php?event=121