Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fugloyarrenningin 2016

Tíðindaskriv

Leygardagin 23. juli skipar Treysti saman við bóndahjúnunum á Uppistovugarðinum fyri Fugloyarrenning. Hetta er triðju ferð at renning verður fyriskipað í Fugloynni. Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvík. Teinurin er umleið 10 km.


Umframt sjálva renningina so er annað gott á skránni og við í startpakkanum. Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.


Skrá

08:45 Fráferð Hvannasund við “Rituni” til Hattarvíkar.
10:00 Koma Hattarvík.
10:10 Heinta startnummar
10:25 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10km fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin
12:00 Suppa, te, kaffe, kakur umframt aðrir leskandi drykkir. Eisini verður frukt vm..
13:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki. Túrurin tekur uml. 2 tímar.
14:00 Frásøgutúrur í bygdini Hattarvík, vitjan í Kirkjuni vm.
15:00 Gongutúrur ut á Egg. Hesin túrurin tekur uml. ½ tíma.
16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund.
17:15 Koma Hvannasund.

Freistin at melda til er mikudagin 20. juli kl. 24.00

Tilmelding og nærri upplýsingar kunnu síggjast á http://www.uppistovugardur.fo/fugloyarrenning-2016.html

Beinleiðis tilmelding https://treysti.atgongumerki.fo/info?eventId=180792