Línuskipið Fugltúgvan er seld til Norðís á Eiði og verður harvið knítt at virkinum
Tað hevur leingi ljóða at Fugltúgvan skuldi seljast og sum Norðlýsið skilir so hava fleiri verið um boði.
Men nú er avgerðin so fallin og frá álítandi keldu hevur Norðlýsið fingið at vita Fugltúgvan er seld til virkið á Eiði.
Vit hava roynt at fingið viðmerking frá stjóranum fyri Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen, men hann hevur onga viðmerking.
Skipalistin um Fugltúgvuna:
Heimstaður: Eiði
Skipaslag: Línuskip
Radiofrámerki: OW 2435
Telefon umborð: 28 71 32
Klassi: DNV +1A1, R280, ICE-C
Smíðiár: 1988
Smíðistaður: Strandby, Danmark
Tilfar: Stál
Maskina: Callesen Diesel
Framleiðsluár: 1988
Maskinorka: 423 KW / 575 HK
Longsta longd: 27.45
Breidd: 7.50
Dýbd: 6.05
BT: 257.00
NT: 67.00




