Tað er bæði gleðiligt og stuttligt at síggja hvussu nógv prýðiligari Klaksvík er vorðin tey síðstu árini. Um vit bara hugsa eini 10 til 12 ár aftureftir og seta ljóskastarin á umhvørvið Vágstún og rundanum, so síggja vit, at nógv er hent. Gamli Kirkjugarður er veruliga blivin eitt satt prýði. Vit hava fingið flísalagdar gongubreytir, eitt rúmsátt pláss frammanfyri vakra bygningin hjá Eik Banka saman við stórbærum listarverki. Eina rundkoyring, sum ringt er at ímynda sær, at vit høvdu kunnað verið fyriuttan við nógv øktu ferðsluni síðstu árini.
Tað er eisini at fegnast yvir, at nú er rættulig gongd komin á miðbýin. Og stóri bygningurin, sum Bústaðir letur byggja, er nú komin væl á leið. Stóri bygningurin skal standa liðugur um eitt ár, og tað er sera hugaligt at hoyra, at allar íbúðirnar eru umbidnar. Nógv annað er eisini at gleðast yvir. Nú eru meiri enn tíggju ár liðin síðani Norðoyatunnilin var liðugur og lat upp fyri almennari ferðslu. Tað hevur givið Klaksvíkini nógvar og góðar vinnuligar møguleikar.
Nógv haltar
Økta ferðslan og ikki minst teir risastóru og tungu bilarnir, sum í stórum tali dag og dagliga koyra ígjøgnum býin og norður í Norðhavnina, til Hvannasunds og Viðareiðis, koyra sjálvandi eftir einasta vegi, Stangavegnum, (burtursæð frá Skáltavegnum) sum førir norðureftir. Fyri umleið 25 árum síðani varð strekkið á Stangavegnum frá Kósini og nakað heimeftir breiðkað og gjørt av nýggjum við gongubreyt báðumegin. Ætlanin var at halda fram, men stígur kom í vegna tess, at Kommunan helst ikki var samd um prosjektið. Stóru bilarnir koyra ofta rættiliga ófantaliga og hetta er sera vandamikið; eingin gongubreyt er, hvørki omanfyri ella niðanfyri, og eingin fótgangarateigur, tá farast skal tvørturum vegin. Hetta er nakað, sum veruliga má gerast nakað við beinanvegin tí nú búgva fleiri familjur við børnum í umráðnum.
Stangavegurin er bert eitt dømi av fleiri á hesum økinum. Klaksvíkar kommuna er tiltikin til at lata arbeiðir ið ikki eru liðug gjørd standa til. Onnur vegastrekkir so sum Garðavegurin, Víkavegurin og vegurin Niðan Horn eru økir har eyðsýndir manglar eru.
Hóast flisar prýða og hugna um ein bý, so er einki at ivast í at aðrar raðfestingar skulu til á hesum økinum. Tað er tíð uppá at kommunan fer í holt við at gera írestandi arbeiði viðvíkjandi vegagerð og gongubreytum, tí tað er eingin loyna at fólk í Klaksvík eru sera misnøgd við hetta økið.
Oddmar á Lakjuni
Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin 8. November 2016




