Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullmannaður føroyskur hópur vandi

Jákup Ósá

Allir mans vandu við fullari ferð í dag, tá føroyska U21 landsliðið hevði sína seinastu venjing undan dystinum fríggjakvøldið.

Fleiri avboð eru komin til dystin, men síðani hópurin samlaðist týsdagin hava allir mans verið við til allar venjingarnar og einki sást til nakran snudd av nøkrum slag. Lagið tóktist at síggja til vera rættuliga gott í hópinum.

Í morgin fyrireikar hópurin seg á Hotel Føroyum, áðrenn leiðin gongur oman á Tórsvøll seks korter áðrenn dystarbyrjan, ið er kl. 19.45.

Myndirnar eru frá venjingini í dag.