Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullsett torrakafé í Betesda

Klaksvíkar Kommuna

Hósdagin í torravikuni stóð á skrá torrakafé í Betesda. Har var fullsett í morgun, tá ið Poul Færø hugleiddi um og greiddi frá trolaralívinum umborð á Sjúrðabergi í 1958-59. Poul greiddi eisini frá, at teir plagdu at syngja umvegis sendara til flotan.

Hósdagin í torravikuni stóð á skrá torrakafé í Betesda. Har var fullsett í morgun, tá ið Poul Færø hugleiddi um og greiddi frá trolaralívinum umborð á Sjúrðabergi í 1958-59. Poul greiddi eisini frá, at teir plagdu at syngja umvegis sendara til flotan.

Tey, sum duga at skyna á, mettu, at um smá 400 fólk vóru komin saman at lýða á – ikki bert úr Klaksvík, men norðaneftir, av Toftum, úr Tórshavn og aðrastaðni við.

Kvinnurnar í køkinum høvdu rættiliga spílað seg út við alskyns køkum, ja, eisini torrakøku, laksi og øðrum fiskaúrdrátti – eitt fantastiska flott borð.

Sangbólkurin Vitin byrjaði við frálíkun sangi, sum er teirra vørumerki. Síðani greiddi Poul Færø frá, hvussu teir riggaðu Sjúrðaberg til og strektu weir heim eftir Víkavegnum og um, hvussu vinarlagið hansara við Brynleif Hansen kom í lag

Brynleif var telegrafistur umborð, og hittust teir ofta í “bestikkrúminum” til eitt prát. Ein dagin gongur Poul og murrar ein sang.
– Hvat er hatta fyri eitt lag, spyr Brynleif.
– Nei, hatta er bara eitt lag, eg havi gjørt, svarar Poul.
– Hatta er eitt frálíkt lag – haldi, eg fari at yrkja ein sang til hatta lagið, svarar Brynleif.

Tvær vaktir seinni varð rópt i hátalaranum eftir messinum, Jógvan E. Ósá.
– Kom upp í telegrafistrúmið, vit skulu venja ein sang.
Síðani sungu Poul, Brynleif og Jógvan E. Ósá sangin, “Her glaður eg ferðist” og avgjørdu at syngja hann umvegis radiosendaran til restina av flotanum. Ikki vistu teir tá, at hetta var eitt “hitt”.

Tað rann eisini saman vinarlag millum Jógvan H. Djurhuus, son Hákun Djurhuus, og Poul Færø. Poul var kvikur, kimiligur og fermur. Einaferð skverið er so stórt, at ketan ikki fekst á lemmin, leyp Poul út á lemmin. Tað var óskrivað lóg, at tað gjørdi man ikki, tí tað kundi vera sera vandamikið.

Poul bleiv hartaður av yvirmonnunum og teimum á dekkinum, tó at lemmurin var bjargaður. Poul tók aktingina at sær og sinnið kom í. Tá kom Jógvan H. Djurhuus lagaliga til Poul og segði honum, á ein hóvligan máta, at hann skuldi lata sær siga. Teir gjørdist vinir, og virðingin hvør fyri øðrum var teirra millum síðani.

Poul hevði eisini nógvar aðrar hugleiðingar um hesa tíðina, eitt nú um sangin “Her glaður eg ferðist”, sum teir báðir smíðaðu í felag, og sum Vitin aftaná sang so vakurt og aðrar við, og gjørdu teir løtuna fjálga við frálíka sangi teirra.

Myndir frá lívinum umborð 1958-59 vórðu vístar. Frálíkar myndir, flestu frá Hanus Lassen, sum hava ligið í eini skuffu. Eisini nakrar myndir eftir Jógvan E. Ósá vóru við.

Ein serlig mynd var av Judmund Øregaard, sum Brynleif Hansen hevði tikið, tá ið hann uttanborða roynir at bøta trolið, sum er skrædnað – fult av fiski.

Síðani varð boðið til eitt sera hugnaligt og stórtikið torraborð við øllum góðum, og tónleikur, sangur var eisini á skrá.

Eitt frálíkt tiltak undir góðum kørmum – Takk fyri!

Fleiri myndir