Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fulltíðarstarv leyst hjá P/F Thor í Hósvík: Innkeypari til logistikdeildina

Hannefíða Joensen

Arbeiðsuppgávurnar fevna um m.a.:

At taka í móti innkeypsordrum frá skip-um og skrivstovu okkara. Útvega til-boð og hava samskiftið við veitarar, skips-um-boð og vistaveitingarfyritøkur kring heim-in. Skipa fyri allari tilgongdini við-víkjandi sendingum til okkara skip kring knøttin. Skráseta keypsordrar og send-ingar í innkeyps skipanini hjá Thor. At arbeiða í einum logistik toymi og hava vørustýring á ávísum sløgum.


Útbúgving/royndir:

Tú mást hava royndir við innkeypi, og helst royndir við innkeypi til skip. Ynskiligt er, at tú hevur hóskandi út-búgv-ing.


Fortreyt at tú:

• dugir væl at málbera teg bæði í skrift og talu í enskum

• dugir væl at arbeiða við teldu

• ert ein lið leikari og er jaligur av lyndi

• ert sinnað/ur at arbeiða “skeivar tíðir”

• ert væl skipað/ur tá ið tú arbeiðir

• dugir væl at arbeiða í toymi, men eisini sjálvstøðugt

• kanst arbeiða fulla tíð


Fyrimunir eru um tú:

• hevur kunnleika til maskinarí og hevur tekniska vitan um skip

• ert málkønur

• hevur útbúgving innan innkeypsøkið


Setanartreytir:

Starvið verður sett sum skjótast.

Løn sambært avtalu.


Umsóknir:

Umsóknir saman við CV og møguligum prógvum skulu sendast við telduposti til Justin Philbrow: justin@thor.fo áðrenn 15. Mars 2014

Fyrispurningar um starvið kunnu send-ast við teldubrævið til omanfyrinevnda.

___________________________________________________________________

THOR · FO-420 Hósvík · Faroe Islands · Tel 422503 · Fax 422383 · thor@thor.fo · www.thor.fo

P/F THOR, er eitt felag sum eigur og rekur skip í oljuvinnuni, fiskivinnuni, og annað virksemi í hesum sambandi. Víst verður til heimasíðu okkara www.thor.fo