Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fullveldisflokkarnir liggja sum teir hava reitt – prísin gjaldir Føroya fólk.

John William Joensen

Uttan himpr sminkaðu loysingarflokkarnir blokkin við 365 milliónum um árið frá 2002 , umframt framhaldandi prístalsviðger av eftirverandi blokkstuðuli, sum m.a. er til sjúkrahúsverk , fólkapensjón og socialar tænastur.

2,4 milliardir færri krónur at brúka til vælferðarænastur og partsgjald av hesum.

Prístalsviðgerðin svarar til um arðar 50 mill um árið sum eisini eru burtur.

Mín áheitan er at seta pristalsviðgerina av blokkinum at virka aftur tá fari verður aftur til samráðingar um blokkin.

Lyftini halda ikki :

• Tær lovaðu nýggju vinnurnar og inntøkurnar – hvar blivu tær av ?

• Tann stóri skapanarhugurin – er hann blivin størri uttan blokkin ?

• Er Føroyar blivi eitt betur land at livað í ?? – Spyr pensjónistin , sjúklingin,sjómanini og skúlanæmingin

• Er okkara fiskiflotin vorin meira inntøkugevandi ella okkara fiskivinna sum heild

• Hava vit fingið betur marknaðaratgongd til okkara útflutningsvinnu ?

• Tey kreativu evnini sum blokkurin eisini skapti mentala blokering fyri, – eru tey blivin ment ? ?

Svarast kann neyvan játtandi til nakran av hesum spurningum .

Alt meðan vinnan og samfelagið stendur frammanfyri ovurstórum avbjóðingum, tosað hesir somu menn við hjálp frá Javnaðarflokkinum , Gud hjálpi mær um enn fleiri yvirtøkur um skerjan av enn meira blokkið komandi árini .
Ørkymlandi má tað verða hjá øllum sum standa á síðulinjuni og skoða hetta Sirkus Tinganes sum leikar í løtuni – og hetta show er ikki gratis um onkur heldur tað ,- prísin komað vit øll at gjalda seinni í ár tá avgjalds og skattahækkingarnar fara at komað.

Blokkurin er ikki og hevur ongantí verið trupuleikin fyri føroyska samfelagið – tvørturímóti – tað er loysingarvongurin í føroyskum politikki ,sum er trupuleikin

Teir hava ongar loysnir og enn minni visjónir um hvussu framtiðar vælferðarsamfelagið Føroyar skal skipast, tíverri.

Vágur 23.Maj 2008

Johan Dahl