Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fullveldissamráðingarnar í Klaksvík

Norðoya Tjóðveldisfelag

Hvat kom burtur úr fullveldissamráðingunum, og hvussu upplivdu tey, ið samráddust, støðuna? Tað verður viðgjørt á tiltaki í Klaksvík leygardagin 24. apríl.

Anfinn Kallsberg, fyrrv. løgmaður, Høgni Hoydal, fyrrv. landsstýrismaður, Karsten Hansen, fyrrv. landsstýrismaður og Helena Dam á Neystabø, fyrrv. landsstýriskvinna, vóru øll við í samráðingunum, og fara at greiða frá, hvussu tey upplivdu samráðingarnar.

Í fjør vóru 20 ár síðani fullveldissamráðingarnar, og tí skipar Norðoya Tjóðveldisfelag fyri tiltaki, har tey, ið stóðu á odda í samráðingum, fara at greiða frá sínum upplivingum.

Tiltakið verður í Bøgøtu 3 leygardagin 24. apríl frá kl.16 til 18.

Øll eru vælkomin