Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundarfrásøgn: Fundur millum politisku lokalfeløgini og kommunustýrini í norðoyggjum

John William Joensen

Hósdagin 12. januar varð fundur millum politisku lokalfeløgini og kommunurnar í norðoyggjum.

Í samband við fund (hósdagin 12. januar) ímillum tey politisku lokalfeløgini og kommunurnar í norðoyggjum er gjørd hendan niðurstøða:

Vit eru samd um at styrkja samstarvi og arbeiða fram ímóti at gera eina æltan  sum umfatar hesi øki:

1. At útvega betri búðstaðarmøguleikar og samskipa útboði av grundstykkum.

2. Ein skúladepil sum umfatar miðnámsútbúgvingar og aðrar hægri útbúgvingar við serligum denti á matvøru og maritima øki.

Eisini vóru aðrir møguleikar nevndir so sum at samskipa norðoyggjar sum eitt ferðafólka øki, við atliti til nýggju møguleikarnar sum eru komnir við nýggju havnini í Ánunum, sum kann taka ímóti stórum ferðafólka skipum.

Harafturat møtast borgarstjórarnir í Norðoyggjum nú regluliga til fundar eina ferð um mánaðin fyri at styrkja samstarvið í økinum.

Avtalað var at borgarstjórarnir skulu vera kontaktlið hjá lokalfeløgunum í framhaldandi arbeiðinum hjá bólkinum.
Næsta stigi hjá bólkinum er at tosað við landspolitikararnar.

Norðoya Fólkafloksfelag
Norðoya Sambandsfelag
Norðoya Javnaðarfelag
Norðoya Sjálvstýrisfelag
Norðoya Tjóðveldisfelag