Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundarsamtykt á almennum politiskum fundi í Vági 7. nov 2005:

John William Joensen

Til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting. Fundurin fegnast um, at samferðslan um Suðuroyarfjørð hevur fingið ein munandi bata við nýggja Smyrli.


Fundurin samtykkir í, at túratalið eigur at vera í minsta lagi tríggjar túrar um dagin hvønn dag í viku.

Liggja vit á hesum rímiliga framstigi, er alt ov lítið vunnið við nýggja skipinum.

Oyggjasamfelagið Føroyar er fyri stórum broytingum, og um stutta tíð hava 85% av føroyingum fingið fast samband við hvønnannan á nátt sum degi.

Samanbera vit túratøl á øðrum leiðum og føstu sambondini, sum taka seg upp undir firðunum, gerst Suðuroyggin álvarsligur eftirbátur í samfelagsmenningini, um vit binda nýggja íløguna við bryggju, heldur enn at brúka hana.

Fundurin krevur tí av politisku myndugleikunum, at túratalið verður økt beinanvegin við einum túri hvønn dag í viku.
 
Sirið Stenberg
900 Vágur
fundarstjóri