Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur á hægsta stigið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið

John William Joensen

Gjárkvøldið var fundur á Klaksvíkar Sjúkrahúsið um støðuna eftir at Jákup Petersen, yvirlækni, boðaði frá hann umhugsaði at avlýsa allar skurðviðgerðir tí neyðug tól sum verða brúkt til at reinsað amboð og at doyva sjúklingar við, nú vóru í so ringum standi at tey ikki longur kundu brúkast. Í gjárkvøldið var fundur á sjúkrahúsinum har Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, Jákup Petersen og Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsið luttóku.

Jákup Petersen, yvirlækni, sigur í morgun at hann eftir fundin gjárkvøldið er komin til tað niðurstøðu at til ber at gjøgnumføra skurðviðgerðirnar, men neyðugt verður at gera tillagingar.

Tvey doyvingartól sum vóru á sjúkrahúsinum eru til umvælingar uttanlanda eftir at serfrøðin kasseraði tey og sera ivasamt er um tey verða umæld.

Á fundinum gjárkvøldið fekk landsstýrismaðurin eina kunning og avtalað fekst í lag við Landssjúkrahúsið um at lána Klaksvíkar Sjúkrahúsið eitt doyvingartól. Tað er longu komin norður í morgun og verður nú sett til og havi eg avgjørt at seta í ”bero” avgerðina at útseta ætlaðu skurðviðgerina. Hesa fyrstu vikuna klára vit okkum væntandi við einum doyvingartólið, men tá næsta vika byrjar verða vit fleiri ortopædar og tá er ætlanin at lána doyvingartól frá Suðuroyar Sjúkrahúsið. Um tað eydnast fara vit so dánt á klára okkum.

Men nú verða so øll segl sett fyri at fáa umstøðurnar í rættlag, men tað er sera óheppið at hetta ikki hendur fyrr enn trýst verður á reyða knøttin, sigur Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið í morgun.