Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur fyri foreldur, sum hava mist pinkubørn

Tíðindaskriv

Í samband við at leiðarin fyri Foreningen Spædbarnsdød, Birgitte Horsten, kemur á vitjan í Føroyum, verður skipað fyri fundi fyri foreldur, sum hava mist pinkubørn. Avvarðandi eru eisini vælkomin.

Á fundinum verður framløga um t.d.

Sorg og sorgreaktiónir
Sorg og nærsambond – hví kann tað vera so torført at vera avvarðandi, og hví kann tað

vera so torført at leita sær hjálp, tá ein er í sorg

Stundir vera til spurningar, prát og drekkamunn. Eisini er hetta eitt gott høvi til at hitta onnur í líknandi støðu.

Tiltakið verður leygardagin 22. Sept. kl. 15-17 í Kommunufelagnum, R.C. Effersøesgøta 30, kj. Tilmelding innan mánadagin 17. Sept. á berin@berin.fo ella tlf. 222993. Tiltakið er ókeypis.