Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur fyri sambandshuga á Hotel Klaksvík

Norðoya Sambandsfelag

Í kvøld kl. 19.00 skipar Norðoya Sambandsfelag fyri fundi fyri sambandshuga á Hotel Klaksvík. Við á fundinum vera Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum.

Í kvøld kl. 19.00 skipar Norðoya Sambandsfelag fyri fundi fyri sambandshuga á Hotel Klaksvík. Við á fundinum vera Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Bjørn Kalsø, landsstýrismaðurin í mentamálum.

Norðoya Sambandsfelag hevur á fundi umrøtt, á hvønn hátt lokalfelagið skal finna sær ein meir virknan leiklut, sum hóskar betur til støðuna nú Føroyar eru eitt valdømi. Í tí sambandi hevur felagið avgjørt í fyrstu siftu at skipa fyri fundi saman við løgmanni og landsstýrismanni floksins í økinum.

Á fundinum var politiska støðan eisini umrødd, umframt at tosa varð um tær útbyggingar, sum nú verða gjørdar. Sjónám er í dag ein vælvirkandi maritimur skúli og trygdarmiðstøð við góðum umstøðum og í komandi viku verður spakin settur í fyri útbyggingini av Tekniska Skúlanum í Klaksvík og sáttmáli um byggingina av Viðareiðistunnlinum verður eisini undirskrivaður. Farið er undir at byggja vardu íbúðirnar og tiltrongdar umbyggingar og umvælingar verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Harafturat varð staðfest arbeiðsloysið er lækkað, og at útlitini fyri útflutningi eru góð, men at tað kortini eru stórar politiskar avbjóðingar fyri framman á nógvum økjum, umframt at tað eru rembingar í flokkinum.

Politiskur fundur í kvøld kl. 19.00

Byrjað verður við suppu og kaffi/ísi omaná.

Síðan fer Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður at greiða frá politiska arbeiðinum og svara spurningum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður greiðir m.a. frá skúlaútbyggingum og øðrum viðkomandi á útbúgvingarøkinum. Kjakast verður eisini um hesi evni.

Øll sambandsáhuga eru vælkomin.

Norðoya Sambandsfelag