Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur í Klaksvík um eldraøkið

TIGN

Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í Ósáskúlanum um framtíðar eldraøkið. Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras fara at leggja fram

Týskvøldið 30. september kl. 19.30 verður fundur í Ósáskúlanum um framtíðar eldraøkið. Ása Róin, Meta av Fløtum, Eyðfríð L. Jacobsen, Eyðun Christiansen og Hedevig Matras fara at leggja fram


Stóru broytingarnar innan eldraøkið og í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum í framtíðin gera tað alneyðugt at hugsa nýtt. Djúptøknar broytingar mugu gerast, ið skulu tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu, hóast fyritreytirnar hjá vælferðarsamfelagnum broytast.

Hetta verður evnið á almennum fundi, sum TIGN skipar fyri í Ósáskúlanum í Klaksvík, týskvøldið 30. september kl. 19.30, har fleiri áhugaverdar framløgur vera at hoyra.


Ása Róin, adjunktur í sjúkrarøktarfrøði,fer at leggja fram nøkur úrslit frá kanning um tað at eldast í Føroyum:

· hvat hevur týdning í einum gerandislívi

· hvussu uppliva tey eldru sjálvi tað at eldast.


Meta av Fløtum, leiðari í Heilsuhúsinum í Havn, og Eyðfríð L. Jacobsen, leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, fara at hava felags framløgu:

· hvussu Tórshavnar kommuna ætlar at skipa eldraøkið, nú tað verður yvirtikið

· hvørjar avbjóðingar liggja fyri framman á økinum.


Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum,fer at tosa um framtíðar avbjóðingar á eldraøkinum:

· stóru broytingarnar í fólkasamansetingini í føroyska samfelagnum komandi áratíggjuni

· neyðugt við nýhugsan og broytingum innan eldraøkið

· broytingar, sum skulu til fyri at tryggja øllum eldri eina góða og samanhangandi tænastu


Hedevig Matras, fysioterapeutur og økisterapeutur í Norðoyggjum

· týdningin av at røra seg, tá ein eldist, eisini hóast sjúku ella brek


Eftir fundin er orðið frítt og ein drekkamuður verður eisini at fáa.


Vegna TIGN

Rúna Sivertsen, Hanne-Dot Ludvig, Betzy Ludvig, Mary Antonsdóttir og Tóra Tórgarð