Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundur um fótbólt

John William Joensen

Hóskvøldi var fundur á loftinum í KÍ høllinum har venjarar og onnur ábyrgdarfólk í fótbóltsdeildini tosaðu um ymisk viðurskifti, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

Hóskvøldið hevði ábyrgdarpersónurin fyri fótbólt, í leiðsluni hjá KÍ innkalla til fundar.
Á skránni vóru ymisk evni, og kom nógv fram á fundinum.
Fleiri venjarar, hjálparfólk, starvsfólk og nevndarlimir vóru møtt til fundin og bleiv práta og diskutera í góðar 3 tímar.
Serliga er tað skipanin av teimum ymisku viðurskiftunum í felagnum, ið skulu koma í rættlag, umframt at tað verður eftir hugt, hvat kann gerast betur og mennast enn meira.
Eitt nú er fólk sett, til at fara undir at fáa gjørt nakað við dómaraskipanina í felagnum. Persónur er eisini settur at gera skipan fyri vøllin um vikuskiftið, soleiðis at mál, og annað er tøkt tá ið leikast skal!
Nýggjar venjingartíðir blivu eisini lagdar, nú 1. deildarhópurin fer at venja kl 19-20.30, 4 kvøld um vikuna. Í hesum sambandi vitjaðu Oddbjørn Joensen høvðusvenjari og Leif Olsen hjálparvenjari á fundinum.
Fundurin var ja-ligur og konstruktivur, við tað at fólk fingu høvi at siga ting sum tey vóru og so bleiv práta um tað, fyri at finna fram til eina loysn.
Deiligt at síggja, at hóast nógvar brotasjógvar, so er KÍ eitt livandi felag, ið setir sær fyri at náða nýggjar hæddir, og vil við hesum leggja lunnar undir einari ljósari og góðari framtíð!

kelda: www.ki-klaksvik.fo