Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fundurin við Bakkafrost broytti einki

John William Joensen

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, sigur at fundurin við stjóran í Bakkafrost, Regin Jacobsen, broytti onki tí sum teir høvdu fingið at vita so hevði leiðslan í Bakkafrost tikið hesa avgerð út frá egnum áhugamálum

Bakkafrost bað um fund við Klaksvíkar Kommunu fyri meira enn viku síðan og tá bleiv eg kunnaður um at teir ynsktu at greiða frá sínum virksemið í økinum, men einki var nevnt um nakrar ætlanir at niðurleggja Krivjivirkiið í Klaksvík, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

Eg bleiv ikki kunnaður um ætlanirnar hjá Bakkafrost fyrr enn miðlarnir bóru tíðindini í morgun og tað haldi eg var sera óheppið. Stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, kom á fund við okkum seinrapartin. Vit spurdu á fundinum hvat skuldi til fyri at leiðslan í Bakkafrost kundi broytt avgerð, men hesum vísti stjórin frá sær og segði at avgerðin varð tikin út frá egnum viðurskiftum.

Vit vístu á at hetta fór at hava noyliga avleiðing fyri avleidda virksemið í økinum men fegnaðust um at Bakkafrost hevur ætlanir um at starvsfólkini framhaldandi fara at arbeiða í felagnum.