Runavíkar Býráð hevur sitið á fundi í skúlanum í Funningi dastið av degnum og kvøldinum við. Hetta er annar arbeiðsfundurin í eina viku, hin varð hildin í Lamba skúla seinasta fríggjadag, har politikarar og embætisfólk hava sitið saman í einari tilgongd til tað, at snikka til fíggjarætlanina hjá kommununi fyri árið 2018

Kl. 21.30 í kvøld var full semja um karmin, raksturin og íløgurnar fyri fíggjarárið 2018. 2. viðgerð av fíggjarætlanini verður á almenna býráðsfundinum týskvøldið hin 31. oktober, og tá fæst meiri at vita um, hvat liggur í semjuni, sum fekst í lag í Funningi í dag.