Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Funnu 346 gram av hassji

Norðlýsið

Skiparin á Froyu gjørdi rætt, tá hann gav løgregluni boð, tí umborð vórðu 346 gramm av hassji

Skiparin var varugur við, at okkurt ikki var sum tað skuldi, og hevði mistanka um, at óbodnir gestir høvdu verið omborð við ólógligum evnum.



Mistanki var um, at onkur ófráboða hevði verið omborð, meðan skipið lá í dokk og goymt ólógligu evnini.



Grundað á hendan mistanka avgjørdi hann at leggja at í Havn ávegis til Klaksvíkar, har móttøka skuldi verða fyri nýggja skipinum.



Tá Froya hevði lagt at í Havn komu løgreglumenn umborð við hundum og kannaðu skipið. Hundarnir funnu skjótt vælgoymdu nøgdina av hassi. Hassi vigaði 346 g.



Leiðarin á kriminaldeildini á løgreglustøðini í Havn, Bergleif Brimvík, sigur at teir hava kannað málið og verður í næstum ein persónur skuldsettir í málinum.



Tey 346 grammini av hassi høvdu havt eitt søluvirði í Føroyum millum 50.000-100.000, alt eftir hvussu nógv av evninum er á marknaðinum í Føroyum.