icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Funnu fløskupost, frá Grønlandi, í rundkoyringini við Borðoyavík

John William Joensen

Teir hjá J&K Petersen spyrja nú hvat tað næsta verður, tí arbeiði í rundkoyringini við Borðoyavík gerst meira spennandi dag frá degi.

Í seinastu viku skrivaðu vit at stígur var komin í arbeiði við rundkoyringina, tí Landsverk ikki góðtók at føroyskt grót var brúkt í arbeiðinum.
Í morgun ringdi John Petersen til Norðlýsið við tíðindum.
– Ja nú veit eg ikki hvat tað næsta verður tí mennirnir hjá mær hava funnið ein fløskupost frá einari týskari gentu, tá teir komu til arbeiðis í morgun.
Nógv umtalaða rundkoyringin liggur við Borðoyavík men tað eru tó einir 50-70 metrar frá rundkoyringini oman til sjóarmálan.
 
Finna mangt og hvat
Tá Óli Winther Olsen, hjá J&K Petersen flutti nakrar steinar í einum petti av rundkoyringini, sum ikki er liðugt enn, bar hann eygað við eina fløsku, sum var sera væl innpakka.
Tað vísti seg at talan var um ein fløskupost frá einari 14 ára gamlari týskari gentu, sum hevði skrivað brævið umboð á ferðmannaskipið.
Teir tríggir starvsfelgarnir, Óli Winther Olsen, Jógvan Lamhauge og Ragnar Sørin Joensen, sum arbeiða við at gera rundkoyringina, siga at tað er ofta at teir finna tarabløð og annað úr sjónum sum vindurin blesur niðan á vegin.

Fløskuposturin
Brævið er skrivað á enskum og er datera 23/8-2005
 
"I’m here in Greenland.
It’s the coolest place on earth.
The holyday on the ship "Albatros" was very funny. I’m living in Germany. I like animals and I like the dogs from Greenland and the horses from Island very much.
If you can speak English and find this letter, please write to me.
I’m Isabelle Zrehe and I’m 14 years old.
I’m living in Wolferbüttel.
 
My adress is:
38302 Wolfenbüttel
Ilserburgerstrasse 12
Germany"

Ja vit kunnu ikki annað enn taka undir við stjóranum hjá J&K Petersen tá hann sigur at arbeiði við rundkoyringini gerst meira spennandi dag frá degi og so kunnu vit bara spyrgja hvat tað næsta verður.