Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Funnu jólamenn úti í Grøv

John William Joensen

Í desembermánaða gera skúlar og dagstovnar nógv burtur úr jólahaldum fyri børn og foreldur. Foreldrabólkar eru í “full sving” og boð eru eftir jólamonnum og nissum.

Í desembermánaða gera skúlar og dagstovnar nógv burtur úr jólahaldum fyri børn og foreldur. Foreldrabólkar eru í “full sving” og boð eru eftir jólamonnum og nissum.

Tað er ein fragd at síggja hvussu lærarar og pedagogar og onnur, sum eru um børni leggja stóra orku í at børnini skulu fáa góðar upplivingar.

1. B í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, fór í góðveðrinum ein gongutúr við lummalykt, frá skúlanum eftir gomlu gøtuni út í Grøv. So niðan í plantasjuna í Gravardali og har funnu tey jólamennirnar. Jólamennirnir royndu at fáa børnini at telja stjørnurnar á stjørnu klára himmalhválvinum, men tað var heldur stríggi. Jólamenn duga ikki allir so væl at telja.

Sí myndir