Altsamt fleiri politistar kring landið gerða vart við at ætlanirnar hjá Fútanum eru at flyta politiið til Havnar
Tey sum hava úttala seg um ætlaðu sentraliseringina av virkseminum hjá løgrelguni í Føroyum – hava víst á at við nýggju ætlanunum verður høvuðsstaðarøki styrkt meðan øll onnur økir í landinum missa tilbúgving.
Í dag hevur ein politiistur í eysturoynni skrivað eitt dulnevnt lesarabræv til Vágaportalin og vísir hetta hvussu óttafullir fleiri politistar eru um ætlaðu broytingarnar og at teir av ótta fyri m.a. Fútanum ikki tora at siga sína meining alment.
Broytingarar minna nógv um nýggju læknavaktarskipanina – sum fyri høvuðsstaðarøkið er ein læknasentralur sum tekur ímóti fólkið alt døgnið – meðan restin av landinum má taka til takkar við at ringja ella koyra til Havnar.
Les meira á www.vagaportal.fo




