Í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni verður gjørt at Fútin ger ikki meira við Phoenix málið.
Fútin fer ikki at gera meira við sonevnda Phoenixmálið, við teirri grundgeving, at málið er fyrnað. Sambært meting fútans, var málið longu fyrnað áðrenn løgmaður fekk tað at taka støðu til.
– Sjálvur metti eg, eftir tilmæli frá míni løgfrøðiligu ráðgeving, at fyrningarfrestin ikki kundi tulkast so tepurt, sum fútin tulkar hana. Men tá fútin er fremsti serfrøðingur á hesum øki, taka vit sjálvandi hennara tulking til eftirtektar. Tað týdningarmiklasta í málinum er, at signal er farið út til allar kommunur í landinum um at tær skulu tryggja sær, at tað sum, gjørt verður við skattaborgarans pengar er innanfyri lógarinnar karmar, sigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum sostatt ikki ger meira við málið.
Tað var upprunaliga Innlendismálaráðið, ið umsitur kommunumál, sum skuldi eftirkanna málið um íløgurnar Steinbjørn O. Jacobsen, vegna Klaksvíkar kommunu, hevði gjørt í Phoenix Kapitaldienst GmbH. Men av tí at táverandi landsstýrismaður í innlendismálum,




