Í vikuni fekk Jógvan við Keldu boð frá fútanum, at einki var í málinum í samband við at Kari Thomsen, Tórshavn, hevur meldað hann til løgregluna.
Fyrst í desembermánaða í fjør kundi Útvarp Føroya, greiða føroya fólki frá, at Kári Thomsen í Tórshavn, hevði meldað Jógvan við Keldu, landstýrismann i Innlendismálum, til løgregluna, í samband við nógv umtalaða útlendingamálið í Vágunum.
Men í vikuni boðaði fútin Jógvan við Keldu frá at her var einki í málinum, og tí er málið burturdottið.




