Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin sær møguleikar í Norðoyatunnlinum

John William Joensen

Fútin hevur sett ein bólk sum skal útgreina samstarvsmøguleikar millum politstøðirnar tá Norðoyatunnilin letur upp

Fútin, Karen Marie Olesen, sigur við Norðlýsið at hon sær fleiri møguleikar fyri samstarvið millum politistøðina í Klaksvík og politistøðina í Runavík nú Norðoyatunnilin letur upp.
– Ein arbeiðsbólkur er frá í dag (mikudagin) settur at útgreina samstarvsmøguleikar og er ætlanin at bólkurin skal koma við einum tilmælið áðrenn tunnilin letur upp.

Samstarva
Tað hevur ljóða at ætlanin í hesum sambandi var at niðurleggja antin støðina í Runavík ella í Klaksvík, men hesum vísir Fútin aftur.
– Nei tað eru ongar ætlanir um at niðurleggja politistøðirnar. Tað sum vit arbeiða við er samstarvsmøguleikar sum t.d. vaktarskipanir og annað.
– Sjálvandi vanta vit eisini nakrar indirekta rationaliseringar men tað er ikki út frá hesum vit arbeiða í løtuni.
– Tað er tó ein sannroynd at við norðoyatunnlinum verður tað einar 10 til 15 minuttir hjá politinum í Klaksvík at røkka út í eysturoynna og tí letur hetta sum sagt upp fyri samstarvsmøguleikum.
Karen Marie Olesen, fúti, sigur at bólkurin skal eftir ætlan verða liðugur við tilmæli áðrenn tunnilin letur upp.