Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin staðfesti at Toll kreditturin hjá N. Niclasen ongantíð var uppsagdur

John William Joensen

Tíðindamaðurin hjá portal.fo ið sjálvur sum umboð fyri Grannskoðanardeild Landskassans var á eftirlitsvitjan hjá P/F N. Niclasen í Sørvági ró fram undir í Degi og Viku at tað var av tekniskum ávum at fútin ikki vildi reisa ákæru í nógv umrødda tollmálinum hjá Jørgen Niclasen. Hetta er beinleiðis ósatt sambært skjali sum Norðlýsið hevur fingið hendur á.

Tíðindamaðurin hjá portal.fo ið sjálvur sum umboð fyri Grannskoðanardeild Landskassans var á eftirlitsvitjan hjá P/F N. Niclasen í Sørvági ró framundir í Degi og Viku at tað var av tekniskum ávum at fútin ikki vildi reisa ákæru í nógv umrødda tollmálinum hjá Jørgen Niclasen. Hetta er beinleiðis ósatt sambært skjali sum Norðlýsið hevur fingið hendur á.

Skjalið vísir at fútin gjørdi fleiri avhoyringar av fólki hjá Skipafelagnum og Toll- og Skatt og kom til tað niðurstøðu, at eingin kundi ákærast fyri revsiverd viðurskifti. Grundgevingin hjá Føroya Landfúta kann setast upp í fýra punktum.

1.

Ábyrgdin at útlevara vørur lá hjá Skipafelagnum.

2.

Partur av málinum var undir øllum umstøðum fyrnað.

3.

Tað fyrilógu ongi prógv fyri, at revsiverd viðurskifti vóru farin fram hjá P/F N. Niclasen.

4.

Fútin staðfesti,at hóast bræv um uppsøgn av tollkredittinum hjá P/F N. Niclasen varð send Skipafelagnum, so var Toll- og Skatt vitandi um og góðkendi at vørur framvegis vóru útflýggjaðar og fútin staðfesti sostatt at tollkreditturin hjá N. Niclasen í veruleikanum ongantíð var uppsagdur.

Skjalið er undirskriva av M. Nepper-Christensen