Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fútin vitjað borgarstjóran

Dávur Winther

Mikudagin var fútin, John Kølbæk, sum tók við embætinum í mai í ár á vitjan hjá borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvan Skorheim. Við í ferðini vóru eisini Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, Kári Thorsteinsson, økispolitileiðari og Halldis Poulsen, fyrisitingarleiðari.

Hetta var ein kurteisvitjan, har borgarstjórin kunnaði um Klaksvík í breiðari merking og har eisini Tonja Ziskason greiddi frá teirri SSP-skipan, hon vegna Sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu hevur verið við til at seta á stovn í økinum.

Borgarstjórin vísti á, at tað hevur verið eitt sera konstruktivt og samstarvshugað samskifti við politiið í Klaksvík. Bæði umvegis ferðslunevndina, men ikki minst við mongu stóru tiltøkini, sum eru í Klaksvík, har altíð er komið fram til skilagóðar og greiðligar loysnir saman við Politinum.

Fyrikomandi fútin, sum áður hevur starvast í Jyllandi og Grønlandi, greiddi frá virksemi sínum og var fundurin í einum løttum tóna í tráð við góða samarbeiðið, sum verið hevur við politiið.